Boubacar Sidik Dabo, 27 ára gamli EB/Streymaleikarin er seldur til Lincoln Red Imps á Gibraltar.
Tað váttar Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari hjá EB/Streymi fyri Eysturoyarportalinum.
Dabo hevur í ár leikt 16 dystir í Betri Deildini har hann hevur skotið 6 mál og lagt upp til 1 mál.
Lincoln Red Imps er sama liðið sum varpaði Víking úr Champions League fyri nøkrum vikur síðani.