Sunda kommuna
Til ársins oyggjaleikir varð Oddvør Alberta Kimsdóttir úr Streymnesi yngsta ítróttarfólkið, sum umboðaði Føroyar. Í hesum sambandi bar hon vatnið fyri Føroyar, eins og siður er. Oyggjaleikirnir hesaferð gjørdust eisini søguliga góðir fyri Føroyar, og Oddvør Alberta kom somuleiðis heim við bæði gull og silvur heiðursmerkjum um hálsin.
Í hesum sambandi verður almenn móttøka fyri Oddvør Albertu á Torginum í Skúlanum við Streymin í morgin, hósdagin, kl. 18.00. Kommunan bjóðar kaffi, saft og okkurt søtt til góman.
Skráin:
Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu sigur nøkur orð.
Djóni Sakarisson, venjari fyri Havnar Fimleikafelag sigur nøkur orð.
Oddvør Alberta Kimsdóttir, íðkandi, sigur nøkur orð og takkar fyri.