Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.07.2025 08:57

Helma á Sýnini nýggjur leiðari fyri Eldratilhaldið

Runavíkar Havn

Runavíkar kommuna hevur sett Helmu á Sýnini í starv sum leiðara fyri Eldratilhaldið í Runavíkar kommunu

Helma á Sýnini er 57 ár og hevur síðani 2018 havt egna fyritøku sum fótterapeut í Saltangará. Hon hevur harumframt drúgvar royndir innan bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðin.

Helma tekur við starvinum sum leiðari fyri Eldratilhaldið 1. August 2025.