Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.07.2025 16:55

U19-kvinnur: Niðurlond munin

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Niðurlond høvdu fleiri streingir, styrki og langskjúttar enn Føroyar í dag. Niðurlond vunnu 28-23, eftir hálvleiksstøðuna 13-11 til Niðurlond.

Dysturin gekk javnt á fyrstu 15 minuttirnar og skiftist liðini um at hava leiðsluna. Føroyska verjan stóð hampuliga væl, tá hon var komin uppá pláss saman við Gyltu á Neystabø í málinum. Í álopinum var Ró Reginsdóttir aftur eyðsýnd við góðum, ágangandi presspæli og Silja Eystberg við langskotum. Stígur kom tó í hjá Føroyum um miðjan hálvleik. Okkara gjørdu alt ov nógvar villur, sum kostaðu við løttum málum í hinum endanum. Venjararnir royndu seg við 7 móti 6, men lítið bøtti, og vóru Niðurlond frammanfyri við 4, áðrenn okkara minkaðu um munin beint fyri hálvleik til 13-11.

Hvørgan liðið byrjaði seinna hálvleik serliga væl. Einki mál kom fyrstu 5 minuttirnar, sum vóru merktir av tekniskum villum og brendum skotum. Føroyar høvdu ringt við at koma til kjansir og fóru yvir til at spæla 7 móti 6. Hetta hepnaðist betri í løtum, har serliga Joan Johannesen og Mira Laursen komu til skot á høgra vongi. Verjan hevði tó tungt við at halda kropssterku Niðurlendingunum og hóast Anita Dahl kom inn og hevði fleiri bjargingar, so var tað ikki nokk. Dysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi og Niðurlond vunnu 28-23.

Eftir dystin var Joan Johannesen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Joan var eisini toppskjútti hjá Føroyum við 7 málum. Føroyar spældu nógv 7 móti 6 í dag, og har fekk Joan nógv pláss, sum hon gjørdi sær dælt av. Næsti dystur hjá Føroyum verður sunnudagin um 19. pláss í EM-endaspælinum. Mótstøðan verður antin Slovenia ella Sveis. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Niðurlond – Føroyar:
5 min. 2-2
10 min. 4-5
15 min. 8-7
20 min. 9-7
25 min. 11-8
30 min. 13-11
35 min. 13-11
40 min. 16-13
45 min. 20-16
50 min. 23-18
55 min. 26-20
60 min. 28-23

Málskjúttar hjá Føroyum:
Joan Johannesen 7
Silja Geirsdóttir Eystberg 7 (1)
Mira Bendix Laursen 2
Rakul Borgarlíð Joensen 2
Marta Højgaard 2
Ró Reginsdóttir 1
Katrin Hansen 1
Karin Fossabrúgv 1

Málverjar:
Gylta á Neystabø 24%
Anita Dahl 30%