Tað gjørdist til eitt vónbrot niðri á Gibraltar í kvøld, tá ið Víkingur ikki megnaði at fáa neyðuga úrslitið til at spæla seg víðari í Champions League.
Úrslitið gjørdist 1-0 til heimaliðið Lincoln Red Imps. Hóast liðið úr Eysturkommunu kom til nakrar góðar møguleikar í øllum hitanum, so kláraðu teir ikki at umseta teir til mál á Europa Point Stadium.
Sostatt er Víkingur úti av Champions League á hesum sinni.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:
Eysturkommuna
TJ Smíð
Kreton
P/F Varðin