Soleiðis sigur Sølvi Vatnhamar, ein av royndastu leikarunum hjá Víkingi, eftir seinastu venjing í dag, áðrenn dystin sum verður leiktur í morgin.
-Vit skulu fara eftir tí og royna at vinna dystin. Vit vístu í dystinum móti teimum í Klaksvík at vit koma til møguleikar. Nógvar møguleikar.
-Og vit skuldu nokk eisini fingið meira mál tann dagin en vit gjørdu.
-Vónandi fái eg hjálpt liðnum í morgin, soleiðis at vit vinna og kunnu spæla okkum víðari til næsta umfar.
-Um vit gera okkara allarbesta, so trúgvi eg fult og fast uppá at vit fara at spæla okkum víðari.
-Og vónandi fái eg eisini okkurt mál, sigur toppskjúttin hjá Víkingi í Champions League.
Sølvi er toppskjútti í UEFA Champions League hjá Víkingi. Hann, saman við beiggjanum, Gunnari Vatnhamar, eru toppskjúttar í Champions League hjá felagnum, báðir við 3 málum.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:
Eysturkommuna
TJ Smíð
Kreton
P/F Varðin