Fimleikasamband Føroya
Menninir kappaðust á oyggjaleikunum í morgun í liðkapping og set serium, sum eru bundnar seriur í hvørjum amboði.
Teir vunnu liðkappingina við 0,025 stigum meir enn teir næstbestu, Isle of Man. So liðkappingin var sera jøvn og spennandi!
Í setseriunum vunnu teir soleiðis:
- Rókur Sumberg Vestergaard vann gull á gólvi og beinsveiggj, og silvur í Paralell barr.
- Torleivur vann gull í ringum.
- Ari vann gull í lop.
- Bjarki Johannessen vann silvur í rekk.
Vit í Føroya Fimleikasambandi eru sera errin av hesum flottu úrslitum hjá monnunum, og gleða okkum at síggja teir kappast aftur hósdagin í FIG kappingini.
Nú seinnapartin fara kvinnurnar eisini at kappast í liðkapping og teimum bundnu set seriunum, og vit eru sera spent at fylgja við teimum.