Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.07.2025 08:20

Víkingur í Champions League: Lincoln Red Imps, eitt felag við altjóða royndum

Mótstøðuliðið hjá Víkingi í Champions League dystinum, sum verður leiktur í morgin í lítla landinum, við tí stóra steininum, The Rock, er eitt felag við altjóða royndum.

Hóast landið er lítið, í stødd ikki nógv størri enn Hestoyggin, so hevur Lincoln Red Imps, sum er mest vinnandi felagið í landinum. longu bygt sær narkar altjóða royndir upp í UEFA høpi.

Fyrstu ferð Lincoln Red Imps luttók í UEFA samanhangi, var í 2014, tá Ið teir møttu HB.

Á Victoria Stadium niðri á Gibraltar endaði dysturin við javnleiki, meðan HB vann dystin í Havn sannførandi 5-2.

Síðani tá, hevur liðið leikt fleiri dystir í evropeisku kappingum, har glæsiligastu úrslitini uttan iva eru 1-0 sigurin á skotska stórfelaganum Celtic í 2016, og play-off sigurin á FC Riga í 2021, sum førdi við sær at teir komu í Conference League bólkaspælið saman við FCK úr Danmark, PAOK úr Grikkalandi og Slovan Bratislava úr Slovakia.

Samanlagt hevur felagið leikt 52 dystir í UEFA samanhangi. Harav 12 sigrar, 7 javnleikir og 33 tap.

Í løtuni eru 5 A-landsliðsleikarar hjá Gibraltar sum leika við Lincoln Red Imps.

Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:

Eysturkommuna

TJ Smíð

Kreton

P/F Varðin