Tann dagin hon fylti 70 ár, dýrabiðjudag 16.mai í ár, hátíðarhelt hon sín føðingardag við sínum allar nærmastu, við at stíga upp á seinasta toppin, av teimum íalt 340 føroysku fjallatoppunum, Sunnarafjall á Eiði – á triðja sinni.
Dagurin var hildin í sera góðum summarveðrið. Borðreitt varð við kakao og bollum og øðrum leskiligum, á fløtuni við Eiðisvatn, beint niðanfyri fjallatoppin.
Málið varð rokkið! Hon hevði nøkur ár frammanundan sett sær sum mál, at klára allar fjallatopparnar á triðja sinni, áðrenn hon gjørdist 70 ár.
Marion Leifsdóttir er búsetandi í Leirvík, men er upprunaliga úr Syðrugøtu. Hon er útlærd námsfrøðingur og arbeiðir í dag í Frítíðarheiminum á Gásamýru, sum liggur miðskeiðis í bygdini í Leirvík.
Har ansar hon eftir teimum yngstu børnunum, og hettar dámar henni sera væl. Best dámar henni at verða úti við børnunum og gera ymiskt virksemið úti í náttúruni. So sum at ganga túrar, fiska á kaiini og spæla í ánni.
Ferðin á fjøllinum
Hon sigur, at hon byrjaði at telja toppar í 2012. Men nakað áðrenn tað, var hon byrja í Eysturoyar Gongufelag. Har gingu hon og onnur í felagnum tó mest vanligar túrar í haganum, runt landið.
Men hon sigur, at tað broyttist eftir at hon var til eina Tjóðskapargonga á Kalsoyggini. Eini 110 fólk vóru við til hesa gonguna.
Hon fór við, mest sum bert av forvitni, fyri at fregnast hvat hetta var fyri nakað. Og har kom hon í samband við fólk sum fóru til gongu upp á fjallatopparnar og høvdu tað sum sítt mál.
Eftir hendan túrin, fekk hon íblásturin, og setti sær sum mál, at røkka øllum toppunum í Føroyum.
Hon sigur, at hon gjørdist veruliga bitin av hesum lívsháttinum, at ganga í fjøllunum.
Tað var serliga tað, at verða úti í fríu náttúruni, anda frísku luftin, at sleppa at røra seg, sum dró. Og so var tað eisini tann vælveran sum ein fekk, eftir ein tílíkan túr.
Hetta gav henni eitt nøgdsemi, sum hon ikki orduliga kann ella dugur at greiða frá.
Frá tí, at hon byrjaði fyrstu ferð at ganga miðvíst á allar 340 fjallatopparnar í Føroyum, tók tað henni 5 ár.
Serliga avbjóðandi vóru fjøllini norðanfyri, sigur hon.
Í Norðoyggjum er tað serliga bratt, grýtut og illgongt mestsum allastaðni uppi í hæddunum.
Har var Pól Sundskarð ein góður ferðaleiðari og hjálpti nógv til, fyri at gera trygdina hjá henni so góða og trygga sum møguligt, sigur hon.
Oyggjarnar, Koltur og Lítla Dímun, vóru avbjóðandi at ferðast til og frá. Tað var ferðasambandið sum gjørdi tað. Og var tað eisini drúgt at bíða eftir at sleppa út á Lítlu Dímun. Har var bíðilistin so ógvuliga langur, sigur hon.
Men í mai 2019 eydnaðist tað so enduliga, og slapp hon út á oynna. Og nakrar vikur seinni varð síðsti toppurin náddur. Tað var tann 12. juni í 2019. Og tað var Fjallið í Koltri, sum fjallið eitur og er lægsta fjall í Føroyum, við sínum 101 metrum.
Eftir at hon varð liðug at ganga fyrsta “túrin” allar fjallatopparnar, avgjørdi hon, at fara ein túr afturat.
Hetta var undir koronatíðini, tá ið fólk høvdu so góða tíð til alt møguligt. Og hon var ikki nakað undantak.
Hon føldi, at hetta við at ganga gav nakað eyka í hennara lívið, samstundis sum at hon nú eisini varð vorðin ein “guide” ella “mentor” fyri onnur fjallafólk. Fólk sum høvdu somu áhugamál sum hon, og sum eisini vildu vitja fjallatopparnar.
Seinni “túrurin” uppá allar fjallatopparnar tók henni bert tvey ár. Síðsti toppurin var Slættaratindur, sum eisini er hægsta fjall í Føroyum, og varð náddur í 2021.

Einaferð mundi enda galið
Hóast, næstan óteljandi túrar í fjøllinum, so sigur hon, at hon ongantíð er dottin ella hevur meitt seg.
Hon var tó einaferð nær við. Tað var ein januar mánað, hon fór upp á Ørvísfelli á Streymoynni. Tað var kalt og gler upp í hæddinum. Og har var nakað bratt omanav.
Hon sigur, at hon fór á glið. Men til alla lukku fekk hon krøkt allar fingrarnar í glerið/kavan og helt so rimmarfast sum hon yvirhøvur kundi. Hon fekk so spakuliga fótafesti aftur og slapp snikkaleys frá hendingini. Men tá mundi og kundi enda galið, sigur hon.
Tað er einastu ferð, sum hon kann minnast, at veruligur vandi hevur verið á ferð upp í hæddunum.
Ikki bert fjallatoppar
Hon gongur tó ikki bert fjallartoppar. Hon sigur, at hon gongur eisini vanligar fjallatúrar, og er uppi á Knúki, fjallið omanfyri heimbygdina Leirvík, umleið einaferð um vikuna.
Eisini gongur hon á øðrum fjøllum í nærumhvørvinum, so sum á Støðlafjalli og øðrum fjøllum har á leiðini.
Tað er alt árið, hon gongur hesar túrar. Eisini tá ið tað er kalt, kavi og illfýsi.
Hon sigur, at tað er torført at greiða frá júst hví hon ger soleiðis, men at tað er nakað sum hon følir hon má gera.
Tað hjálpir henni at slappa av og finna ein innara frið. Tað gevur henni nakað serligt, sum ikki orduliga kann greiðast frá. Tað er blivið ein lívsstílur hjá henni.
Hon ferðast tó ikki bert niðan á fjøll og á fjallatoppar. Hon gongur eisini nógvar túrar, sum t.d. eftir gamla Leirvíksvegnum har hon er ofta.
Súkklan verður eisini nógv brúkt
Og um hon ikki er til gongu, so súkklar hon sær ein túr.
Fyri nakað av tíð síðani keypti hon súkkluna frá dótturini, sum hon hevði brúkt til at súkkla við í Team Rynkeby.
So, tá ið tað antin er mjørki ella ikki gangandi í fjøllunum, so fer hon ein túr á súkkluna.
Bara síðsta hósdag súkklaði hon sær ein túr á heili 70 km. Hon sigur, at hon setti bilin á Oyrabakka. Síðani súkklaði hon til Kvívíkar, síðani til Leynar og Skælings, og so aftur til Oyrabakka og til Oyrar.
Henni dámar ótrúliga væl at gera tílíkar túrar. Og tað er nakað sum hon ger javnan, sigur hon.
Dyppar eftir hvønn fjallatúr
So er hon eisini og dyppar eftir hvønn fjallatúr. Mest er tað á Syðrugøtusandi.
Men um hon hevur gingið okkurt fjall norðanfyri, so dyppar hon í Árnafirði. Har er deiligt og væl ber til at dyppa, sigur hon.
Eisini er hon onkuntíð á Leynasandi. Meðan tá ið hon hevur verið í Suðuroy, so hevur hon verið í Sandvík og dyppa.
Hon sigur, at tað hjálpir serliga væl ímóti andsperr, tá ið vøddarnir eru eymir og stívir aftan á ein langan fjallatúr, at fara at dyppa í kalda sjónum.
Familjan fyllir nógv
Hóast nógva tíð úti í náttúruni, so hevur hon eisini tíð til bæði ommubørnini. Hon sigur, at tað er fantastiskt at ommast og fer nógv tíð saman við ommubørnunum.
Serliga hálvtannað ára gamli ommusonurin dámar væl at vitja ommuna. So nógv tíð fer saman við teimum um dagarnar.
Marionn dylir ikki fyri, at hesin sokallaði lívsstílurin, sum hon livur, kanska ljóðar ørur í oyrunum hjá summum. Kanska hann ikki er fyri øll, sigur hon við einum stórum smílið.
Men hon sigur í sama andadrátti, at hetta er tað sum gevur henni eina góða lívsgóðsku og eina meining við lívinum. Og at hetta, følir hon, er gott fyri bæði sál og sinn hjá henni.
Og hon ætlar at halda áfram við hesum, so leingi sum kroppurin orkar og loyvir tí, sigur hon at enda.
Her síggjast øll fjøllini og fjallatopparnir í Føroyum:
Nr. | Fjall | Oyggj | Hædd |
1 | Slættaratindur | Eysturoy | 880m |
2 | Gráfelli | Eysturoy | 856m |
3 | Villingadalsfjall | Viðoy | 841m |
4 | Kúvingafjall | Kunoy | 830m |
5 | Teigafjall | Kunoy | 825m |
6 | Kunoyarnakkur | Kunoy | 819m |
7 | Havnartindur | Kunoy | 818m |
8 | Urðafjall | Kunoy | 817m |
9 | Middagsfjall | Kunoy | 805m |
10 | Svartbakstindur | Eysturoy | 801m |
11 | Blámansfjall | Eysturoy | 790m |
12 | Koppenni | Streymoy | 789m |
13 | Nestindar | Kalsoy | 788m |
14 | Múlatindur | Eysturoy | 786m |
15 | Ørvisfelli | Streymoy | 783m |
16 | Malaknúkur | Streymoy | 777m |
17 | Norðanfyri Lokkaskarð | Borðoy | 772m |
18 | Galvsskorafjall | Kunoy | 768m |
19 | Skælingur | Streymoy | 767m |
20 | Reyðafelstindur | Eysturoy | 764m |
21 | Melin | Streymoy | 764m |
22 | Halgafelstindur | Eysturoy | 757m |
23 | Mosarøkur | Streymoy | 756m |
24 | Nakkurin, norðari | Viðoy | 754m |
25 | Lokki | Borðoy | 754m |
26 | Sandfelli, Oyndarfjørður | Eysturoy | 754m |
27 | Sandfelli, Gjógv | Eysturoy | 752m |
28 | Norðanfyri Blámansfjall | Eysturoy | 751m |
29 | Malinsfjall | Viðoy | 750m |
30 | Sornfelli | Streymoy | 749m |
31 | Omanfyri Klivsdal | Borðoy | 747m |
32 | Sneis | Streymoy | 747m |
33 | Botnstindur | Kalsoy | 744m |
34 | Norðanfyri Kvíggjaskarð | Borðoy | 739m |
35 | Blábjørg | Eysturoy | 732m |
36 | Vaðhorn | Eysturoy | 727m |
37 | Árnafjall | Vágar | 722m |
38 | Dalkinsfjall | Eysturoy | 719m |
39 | Árnadalstindur | Streymoy | 718m |
40 | Eysturtindur | Vágar | 715m |
41 | Stígarnir | Streymoy | 710m |
42 | Suður á Nakki | Kunoy | 703m |
43 | Gomlumannatindur | Eysturoy | 703m |
44 | Víkartindur | Streymoy | 703m |
45 | Gívrufelli | Streymoy | 701m |
46 | Gríslatindur | Kalsoy | 700m |
47 | Hjarðardalstindur | Eysturoy | 699m |
48 | Knúkur, Oyri | Eysturoy | 699m |
49 | Húsafjall | Eysturoy | 695m |
50 | Heyggjurin Mikli | Streymoy | 692m |
51 | Myrkjanoyrarfjall | Borðoy | 689m |
52 | Filthatturin | Viðoy | 688m |
53 | Oyggjarskoratindur | Viðoy | 687m |
54 | Skerðingur | Eysturoy | 687m |
55 | Fjallið millum Botnar | Streymoy | 686m |
56 | Malinstindur | Vágar | 683m |
57 | Depilsknúkur | Borðoy | 681m |
58 | Gjógvarafjall | Eysturoy | 678m |
59 | Jatnagarðar | Vágar | 676m |
60 | Reynsatindur | Vágar | 676m |
61 | Húgvan | Streymoy | 674m |
62 | Núgvan | Streymoy | 667m |
63 | Múlin | Streymoy | 663m |
64 | Lágafjall | Streymoy | 663m |
65 | Bøllufjall | Streymoy | 658m |
66 | Miðalfelli, Norðskáli | Eysturoy | 655m |
67 | Enni | Viðoy | 651m |
68 | Eggjarmúli | Streymoy | 651m |
69 | Gívrufjall | Streymoy | 649m |
70 | Háfjall | Borðoy | 648m |
71 | Lokkafelli | Eysturoy | 646m |
72 | Snæfelli | Borðoy | 644m |
73 | Klubbin | Kunoy | 644m |
74 | Hattardalstindur | Kalsoy | 644m |
75 | Tosskorarhorn | Streymoy | 644m |
76 | Giliðtrítitindur | Vágar | 643m |
77 | Knúkur | Borðoy | 642m |
78 | Krúnufjall | Borðoy | 642m |
79 | Borgin | Streymoy | 642m |
80 | Ritafjall | Eysturoy | 641m |
81 | Tyril, Gøta | Eysturoy | 639m |
82 | Loysingafjall | Streymoy | 639m |
83 | Høvdin | Streymoy | 635m |
84 | Sneis | Viðoy | 634m |
85 | Vørlufjall | Streymoy | 633m |
86 | Knattarheyggjur | Vágar | 630m |
87 | Húsafelli | Eysturoy | 626m |
88 | Postulakirkja | Streymoy | 626m |
89 | Slætnatindur | Eysturoy | 625m |
90 | Gøtunestindur | Eysturoy | 625m |
91 | Moskursfjall | Streymoy | 624m |
92 | Snubburnar | Streymoy | 623m |
93 | Navirnar | Streymoy | 622m |
94 | Klubbin | Fugloy | 621m |
95 | Landsuðursfjall | Borðoy | 621m |
96 | Sátan | Streymoy | 621m |
97 | Egilsfjall | Streymoy | 618m |
98 | Snældansfjall | Vágar | 617m |
99 | Bollin | Streymoy | 616m |
100 | Manssetur | Eysturoy | 615m |
101 | Stallur | Streymoy | 614m |
102 | Pætursfjall | Streymoy | 613m |
103 | Sigatindur | Eysturoy | 612m |
104 | Heinanøva | Vágar | 612m |
105 | Kambur, Strendur | Eysturoy | 611m |
106 | Gluggarnir | Suðuroy | 610m |
107 | Toftaknúkur | Borðoy | 607m |
108 | Gásafjall | Kalsoy | 606m |
109 | Vitin | Streymoy | 605m |
110 | eystanfyri Herðablaðið | Suðuroy | 605m |
111 | Middagsfjall | Eysturoy | 601m |
112 | LangafjalI | Streymoy | 599m |
113 | MiðalfelIi | Streymoy | 596m |
114 | Jógvansfjall | Vágar | 595m |
115 | Breiðistíggjur | Vágar | 594m |
116 | Tunnafjall | Viðoy | 593m |
117 | Miðfjall | Borðoy | 593m |
118 | Mjóstíggjur | Suðuroy | 592m |
119 | Fýramarkaknúkur | Borðoy | 591m |
120 | Heimarafjall | Kalsoy | 591m |
121 | Horn | Eysturoy | 591m |
122 | Jatnagarður | Vágar | 591m |
123 | Húsafelli | Vágar | 591m |
124 | Knúkurin, Saksun | Streymoy | 589m |
125 | Kaldbakskambur | Streymoy | 588m |
126 | Havnartindur | Svínoy | 586m |
127 | BølIufjalI | Streymoy | 584m |
128 | Miðardalstindur | Kalsoy | 579m |
129 | Tindur | Streymoy | 579m |
130 | Hádegisfjall | Kalsoy | 576m |
131 | Krosstindur | Vágar | 574m |
132 | Borgarknappur | Suðuroy | 574m |
133 | Sandfelli, Oyri | Eysturoy | 572m |
134 | FjalIið Litla | Streymoy | 572m |
135 | Gásafelli | Vágar | 572m |
136 | Heldarstindur | Vágar | 572m |
137 | Borgin | Eysturoy | 571m |
138 | Borgin, Vágur | Suðuroy | 570m |
139 | Galvurin | Suðuroy | 569m |
140 | Stórafjall | Eysturoy | 567m |
141 | Mýlingur | Streymoy | 564m |
142 | Hæddin | Borðoy | 563m |
143 | Tungufelli | Vágar | 563m |
144 | Lítlafelli | Eysturoy | 562m |
145 | Knúkur | Mykines | 560m |
146 | Hvannafelli | Suðuroy | 560m |
147 | Talvborð | Viðoy | 557m |
148 | Slættafelli | Eysturoy | 553m |
149 | Klubbin | Kalsoy | 551m |
150 | StiðjafjalI | Streymoy | 547m |
151 | Nakkur, Trungisvágur | Suðuroy | 547m |
152 | Kambur, Fuglafjørður | Eysturoy | 545m |
153 | Krossafelli | Vágar | 545m |
154 | Borgarfelli | Eysturoy | 543m |
155 | Borgarin | Kalsoy | 537m |
156 | SandfelIi | Streymoy | 537m |
157 | Tindur | Borðoy | 535m |
158 | Tyril, Gjógv | Eysturoy | 535m |
159 | TungulíðfjalI | Streymoy | 535m |
160 | Glopprókin | Suðuroy | 535m |
161 | Búrhella | Borðoy | 534m |
162 | Skoratindur | Eysturoy | 529m |
163 | Høgøksl | Suðuroy | 525m |
164 | Nøv | Kalsoy | 524m |
165 | Berinartindur | Vágar | 524m |
166 | Klórarin | Eysturoy | 523m |
167 | Grímstaðfjall | Vágar | 523m |
168 | Tólvmarkaknúkur | Borðoy | 519m |
169 | Støðlafjall | Eysturoy | 517m |
170 | Høgafjall | Vágar | 515m |
171 | Vatnsdalsfjall | Vágar | 514m |
172 | Tindur, Trungisvágur | Suðuroy | 514m |
173 | Róvin | Eysturoy | 513m |
174 | Mølin | Viðoy | 511m |
175 | Miðafelli, Søldarfjørður | Eysturoy | 505m |
176 | Tindur | Eysturoy | 503m |
177 | Hálgafelli | Borðoy | 502m |
178 | Høvdin uttanfyri Eyrgjógv | Vágar | 502m |
179 | Slættafjall | Kalsoy | 500m |
180 | RitufelIi | Streymoy | 499m |
181 | Lambaregn | Eysturoy | 495m |
182 | Tempulsklettur | Suðuroy | 493m |
183 | KonufelIi | Streymoy | 491m |
184 | Bustin, Froðba | Suðuroy | 487m |
185 | Laðanfelli | Suðuroy | 487m |
186 | Knavin | Vágar | 485m |
187 | Altarið | Eysturoy | 483m |
188 | Fjallið, Strendur | Eysturoy | 483m |
189 | Kambur, Froðba | Suðuroy | 483m |
190 | Vágfelli | Suðuroy | 483m |
191 | Mjóstíggjur | Eysturoy | 482m |
192 | Nakkurin | Viðoy | 481m |
193 | DylIan | Streymoy | 481m |
194 | Murufelli | Streymoy | 479m |
195 | Tindur | Sandoy | 479m |
196 | GásafelIi | Streymoy | 477m |
197 | Uppi á Oyggj | Koltur | 477m |
198 | Lítlafjall | Kunoy | 471m |
199 | Prestfjall | Suðuroy | 471m |
200 | HægstafjalI | Streymoy | 470m |
201 | Beinisvørð | Suðuroy | 470m |
202 | Fjallið, Gjógv | Eysturoy | 469m |
203 | Fjallið Mikla | Suðuroy | 469m |
204 | Rógvukollur | Vágar | 464m |
205 | Keldufjall | Svínoy | 463m |
206 | Knúkur, vestari | Svínoy | 463m |
207 | Knúkur, Leirvík | Eysturoy | 463m |
208 | Spáafelli | Suðuroy | 462m |
209 | Gásafelli | Borðoy | 461m |
210 | Knúkur | Svínoy | 460m |
211 | Varðabrúgvin | Sandoy | 460m |
212 | Skálafjall | Eysturoy | 459m |
213 | Bolafløttur | Vágar | 458m |
214 | Rossafelli | Streymoy | 453m |
215 | Skorarnar | Sandoy | 452m |
216 | Eystfelli | Fugloy | 449m |
217 | Eindalsfjall | Vágar | 449m |
218 | Pætursfjall | Sandoy | 447m |
219 | Klettur | Kunoy | 444m |
220 | Múlin | Svínoy | 443m |
221 | Tungufellið Lítla | Vágar | 443m |
222 | Oyrnafjall | Suðuroy | 443m |
223 | Høguskorar | Suðuroy | 440m |
224 | Byttufelli | Kalsoy | 439m |
225 | Spinarnir | Suðuroy | 439m |
226 | Heðinsskorarfjall | Mykines | 433m |
227 | Rávan | Suðuroy | 432m |
228 | Vatnfelli | Streymoy | 429m |
229 | Borgin, Sandvík | Suðuroy | 429m |
230 | Nónfjall | Suðuroy | 427m |
231 | Ytriheyggjur | Streymoy | 425m |
232 | Enni | Suðuroy | 424m |
233 | Mølin | Vágar | 423m |
234 | Middagur | Svínoy | 422m |
235 | Oyndfjarðarfjall | Eysturoy | 421m |
236 | Múlin | Hestur | 421m |
237 | Eggjarrók | Hestur | 421m |
238 | Fjallið, Velbastað | Streymoy | 417m |
239 | Kolheyggjurin | Suðuroy | 415m |
240 | Rávan | Lítla Dímun | 414m |
241 | Klakkur | Borðoy | 413m |
242 | Eiriksfjall | Sandoy | 412m |
243 | Endin | Sandoy | 40lm |
244 | Heimariheyggjur | Streymoy | 409m |
245 | Kneysurin | Sandoy | 404m |
246 | Túgvan i Halgafelli | Suðuroy | 400m |
247 | Gásafelli, Haldarsvík | Streymoy | 399m |
248 | Vestfelli | Sandoy | 397m |
249 | Stórafjall | Sandoy | 396m |
250 | Høgoyggj | Stóra Dímun | 396m |
251 | Borðyarnes | Borðoy | 392m |
252 | Antinisfjall | Vágar | 392m |
253 | Knútur | Skúgvoy | 392m |
254 | Skorin | Skúgvoy | 391m |
255 | Rossaklettur | Suðuroy | 389m |
256 | ÁrndalsfjalI | Streymoy | 382m |
257 | Tindurin, Sumba | Suðuroy | 379m |
258 | Ritubergsnøva | Vágar | 376m |
259 | Skálafjall | Suðuroy | 374m |
260 | Vørðan | Sandoy | 373m |
261 | Eggjarklettur | Nólsoy | 372m |
262 | Eggin | Suðuroy | 372m |
263 | Knúkur | Sandoy | 369m |
264 | Nónfjall | Vágar | 367m |
265 | Lambafelli | Streymoy | 366m |
266 | Glývrabergsnasi | Suðuroy | 366m |
267 | Fjallið | Sandoy | 362m |
268 | Siglifelli | Suðuroy | 359m |
269 | Rútafelli | Suðuroy | 356m |
270 | Skúvoyarfjall | Sandoy | 354m |
271 | Bustin, Sandvík | Suðuroy | 353m |
272 | Eiðiskollur | Eysturoy | 352m |
273 | Uppi á Manni | Nólsoy | 352m |
274 | Klubbin | Vágar | 352m |
275 | Kirkjubøreyn | Streymoy | 351m |
276 | Lírisfelli | Vágar | 351m |
277 | Árnafjall | Mykines | 350m |
278 | Fjallið, Sandvík | Suðuroy | 350m |
279 | Reynið | Streymoy | 349m |
280 | Kaguklettur | Suðuroy | 347m |
281 | Lómfelli | Streymoy | 345m |
282 | Húsareyn | Streymoy | 345m |
283 | Gjógvaráfjall | Suðuroy | 345m |
284 | Eysturhøvdið | Svínoy | 344m |
285 | Middagsfjall | Vágar | 343m |
286 | Kjølur | Borðoy | 342m |
287 | Nakkar, Sandvík | Suðuroy | 330m |
288 | Knúkin | Suðuroy | 329m |
289 | Grímsfjall | Suðuroy | 327m |
290 | Nakkur, Froðba | Suðuroy | 325m |
291 | Hólmsskorafjall | Suðuroy | 322m |
292 | Uttarafjall | Suðuroy | 320m |
293 | Bøllufjall | Sandoy | 312m |
294 | Á Kletti | Stóra Dímun | 308m |
295 | Kirkjubøkambur | Streymoy | 306m |
296 | Suður á FjaIli | Vágar | 305m |
297 | Glyvrafjall | Eysturoy | 303m |
298 | Tindur, Vágur | Suðuroy | 298m |
299 | HægstafjalI | Streymoy | 296m |
300 | Melin | Streymoy | 293m |
301 | Húgvan | Stóra Dímun | 288m |
302 | Sundsnøva | Vágar | 286m |
303 | Skálin | Suðuroy | 286m |
304 | Skornasaklettur | Suðuroy | 286m |
305 | Eystarafjall | Suðuroy | 285m |
306 | Vørufelli | Vágar | 284m |
307 | Hæddin | Eysturoy | 274m |
308 | Tvørfelli | Streymoy | 273m |
309 | Gleðin | Sandoy | 271m |
310 | Ravnsinsfjall | Vágar | 269m |
311 | Heiðafjall | Sandoy | 266m |
312 | Høgaleiti | Eysturoy | 264m |
313 | Kvívíksskoranøva | Vágar | 263m |
314 | Fjallið, Trungisvágur | Suðuroy | 259m |
315 | Klettarnir | Skúgvoy | 256m |
316 | Nakkurin | Sandoy | 251m |
317 | Vørðan | Suðuroy | 237m |
318 | Kirvi | Suðuroy | 236m |
319 | Lambaklettur | Suðuroy | 235m |
320 | Skúvafjall | Nólsoy | 234m |
321 | Gásafelli | Eysturoy | 231m |
322 | Fjallið, Tórshavn | Streymoy | 222m |
323 | Navirnar | Hestur | 211m |
324 | Kambur, Porkeri | Suðuroy | 206m |
325 | Skálhøvdi | Sandoy | 203m |
326 | LítlafjalI | Streymoy | 198m |
327 | Fjallið, Haldarsvík | Streymoy | 188m |
328 | Norðarafjall | Eysturoy | 172m |
329 | Sunnarafjall | Eysturoy | 171m |
330 | Vørðan | Eysturoy | 169m |
331 | Vatnfelli | Eysturoy | 165m |
332 | Líðarfjall | Nólsoy | 152m |
333 | Trælanípa | Vágar | 142m |
334 | Salthøvdi | Sandoy | 139m |
335 | Høvdin | Skúgvoy | 134m |
336 | Eystnes | Eysturoy | 130m |
337 | Húkslond | Eysturoy | 129m |
338 | Brigðufelli | Eysturoy | 122m |
339 | Høganes | Eysturoy | 114m |
340 | Fjallið | Koltur | 101m |
Kelda: Umhvørvisstova