Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.07.2025 10:01

Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum batnað

Landsbanki Føroya

andsbankin biður í síni útlánskanning fyri hvønn ársfjórðing føroysku bankarnar meta um eitt nú broytingar í eftirspurningi eftir fígging og í fíggjarstøðuni hjá sínum vinnukundum.

Stabbarnir í mynd 1 vísa, hvussu bankarnir meta støðuna vera í inniverandi ársfjórðingi (nýggjasta kanning er 2. ársfjórðingur 2025) og prikkarnir vísa, hvussu bankarnir meta støðuna fara at verða í komandi ársfjórðingi (tað vil siga í 3. ársfjórðingi 2025).

Bankarnir mettu í øðrum ársfjórðingi 2025 fíggjarstøðuna hjá vinnukundunum vera batnaða orsakað av rentulækkingum, og teir meta somuleiðis, at fíggjarstøðan hjá vinnukundunum fer at betrast vegna rentulækking í komandi ársfjórðingi.

Bankarnir viðmerkja millum annað, at óvissa valdar orsakað av støðuni millum USA og restina av heiminum, men at hetta ikki hevur havt nevniverda ávirkan á vinnukundarnar.

Mynd 1 Fíggjarstøðan batnar  

Hóast bankarnir hava framt fleiri rentulækkingar, er eftirspurningurin eftir fígging hjá verandi vinnukundum lækkaður eitt vet í øðrum ársfjórðingi 2025. Bankarnir vænta ikki, at eftirspurningurin eftir fígging fer at broytast í triðja ársfjórðingi 2025, sí mynd 2.

Mynd 2 Ikki størri eftirspurningur eftir fígging

Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.