Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi.
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið, mjørki ella lágt skýloft og regn. Seinnapartin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Framvegis samdrigið, mjørki í støðum, og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 14 stig. Tó í landnyrðingspartinum smáskýggjað, møguliga sólglottar og hitin upp í 16 stig.
Seint í kvøld frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 10 til 12 stig.
Í morgin millum útsynning og sunnan, 5 til 10 m/s. Samdrigið, mjørki í støðum, regn ella ælaveður, tó norðanfyri hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 14 stig.
Sólarris: 03:55 Sólsetur: 23:07