Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.07.2025 13:03

FISKIVINNAN Í FØROYUM – “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi 2025”

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Nú eru yvirlitini “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi” tøk fyri 2025.

Endamálið við útgávunum er at tryggja gjøgnumskygni, soleiðis at fólk á einfaldan hátt fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt. 

Útgávan “Ognaryvirlit 2025” vísir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum.

Útgávan “Fiskirættindi 2025” er eitt yvirlit yvir fiskirættindi hjá føroyskum fiskiførum. 

Yvirlitið er bygt upp í trimum stigum:

1.     Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.

2.     Feløg. Hvørji feløg hava rætt til fiskirættindi í 2025.

3.     Skip og bátar. At hvørjum fiskiførum hava feløgini knýtt rættindini. 

Tað eru Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og Vørn, sum standa fyri útgávunum. 

Útgávurnar liggja á heimasíðuni hjá Vørn (www.vorn.fo) undir Snarleiðir og hjá Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum (www.fisk.fo) undir Kunning/Frágreiðingar og álit.