Soleiðis sigur Jóhan Petur Poulsen, høvuðsvenjari hjá Víkingi, við Eysturoyarportalin, nú felagið ger seg til reiðar at møta Lincoln Red Imps frá Gibraltar.
Í góðveðrinum í Sarpugerði í kvøld, hevði Víkingur sína seinastu venjing áðrenn dystin í morgin, sum verður leiktur við Djúpumýru í Klaksvík.
Høvuðsvenjarin væntar at tað kemur at verða ein javnur dystur, men dylir ikki fyri, at teir ljósabláu ætla at vinna dystin.
-Vit eru á heimavølli, og hetta er eitt lið sum vit føla at vit kunnu vinna á. Men tað merkir tó ikki at tað verður nemt. Hesin dysturin er bert fyrri hálvleikur, og tí mugu vit royna at vinna okkum eitt gott útgangsstøði til útidystin, sum verður komandi týsdag niðri á Gibraltar.
Jóhan Petur sigur, at mest sum allir leikarirnir eru tøkir, tó eru Rani Hansen og Bergur Gregersen uttanfyri við skaða.



Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:
Eysturkommuna
TJ Smíð
Kreton