Í annaðkvøld bríkslar Lothar D’hondt úr Belgia dystin í gongd millum Víking og Lincoln Red Imps við Djúpumýru í Klaksvík í 1. umfarinum í Champions League.
Hetta er triðju ferð at liðið úr Eysturkommunu skal spæla í UEFA Champions League.
Fyrstu ferð Víkingur leikti í Champions League kappingini varð í 2017, tá ið teir møtti KF Trepca 89 úr Kosovo.
Víkingar vunnu samanlagt 6-2, eftir ein flottan 4-1 útisigur niðri í Kosovo. Og fóru sostatt víðari til 2. umfar, har teir ruku út eftir eitt 3-1 tap samalagt móti FH Hafnafjørður úr Íslandi.
Í 2018 var tað finska stórliðið HJK Helsinki, sum stóð fyri tørni í 1. umfarið. HJK Helsinki vann tó samanlagt 5-2.
Lincoln Red Imps hava áður møtt føroyskum liðum. Í 2014 vann HB 5-2 á heimavølli, meðan dysturin á Gibraltar endaði við javnleiki 1-1.
Málskjúttar fyri Víking í Champions League eru hesir:
Gunnar Vatnhamar 3 mál
Sølvi Vatnhamar 2 mál
Adeshina Lawal 2 mál
Sorin Angel 1 mál
Dysturin við Djúpumýru í Klaksvík byrjar kl. 19.00 í annaðkvøld.
Stuðlað umrøðuni hjá Víkingi í Champions League hava:
Eysturkommuna
TJ Smíð
Kreton