Hondbóltssamband Føroya
U19-kvinnurnar eru farnar á flog í morgun og komandi mikudag, tann 9. juli, byrjar EM-endaspælið fyri U19-kvinnur, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro.
Kappingin kann stroymast á ehftv.com. Fyri at stroyma krevst at ein skrásetir seg sum brúkara. Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 9. juli
Kl.11.00 Rumenia – Føroyar
Hósdagin 10. juli
Kl. 11.00 Spania – Føroyar
Leygardagin 12. juli
Kl. 13.30 Føroyar – Týskland
Hesir eru í føroyska hópinum til EM-endaspælið, sum verður leikt í døgunum 9. juli – 20. juli.
Málverjar:
Anita Dahl, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil
Útileikarar:
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, EB
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Elida Joensen, H71
Katrin Hansen, Kyndil
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Marta Højgaard, H71
Karin Fossabrúgv, H71
Joan Johannesen, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Christiansen, H71