B68 skrivar:
Vit eru sera fegin um at kunngera, at B68 Tofta Ítróttarfelag hevur skrivað undir sáttmála við Jonathan Okenge Wembonyama!
Jonathan er 21 ára gamal álopsspælari, upprunaliga úr Svøríki, og kemur til okkum frá norska felagnum Stjørdals-Blink, sum spælir í triðbestu norsku deildini.
Við sínum kraftmikla spælistíli og evnum í álopinum er Jonathan ein spennandi styrkur til okkara fremstu røð.