Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.07.2025 22:43

Fleiri atgongumerki til Oslo

Hondbóltssamband Føroya

Í morgin kl. 11.00, fríggjadagin 4. juli, verða fleiri atgongumerkið til EM-endaspælið hjá monnum í Oslo sett til sølu. Talan er um góð 400 bólkaatgongumerki.

Talan er um atgongumerki, sum sita í bólki A, N, 104 og 105. Atgongumerkini eita “Gruppebillet D” og eru til allar innleiðandi dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Atgongumerki kunnu keypast ígjøgnum hetta leinki frá kl. 11.00 í morgin: https://www.eventim.no/search/?categories=Sport%7CH%C3%A5ndball&cityNames=Oslo+Viken+og+Innlandet