Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.07.2025 16:17

U19-menn: Gjørdu nokk

Hondbóltssamband Føroya

Hóast avrikið leingi var misjavnt, so vunnu Føroyar 16-11 á Litava í European Open í morgun. Hálvleiksstøðan var 7-7.

Fyrri hálvleikur var merktur av vantandi neyvleika og villum. Føroyska bakketan stíddist við at spæla seg til málmøguleikar, og hóast pláss, so vóru allir kjansirnir á vengrunum brendir. Litava hevði tapt allar dystirnar í kappingini higartil, men sýntist stíðsviljin størri enn hjá okkara. Liðini fóru til hálvleiks við javnleiki 7-7.

Tað sá leingi svart út í seinna hálvleiki og vóru litavar frammanfyri 11-10 eftir 40 minuttir. Føroysku venjararnir máttu taka leikbrá við tá 8 minuttir restaðu og støðan var tá 11-11. Fleiri útskiftingar vóru framdar og kom tíbetur glið á álopsspælið seinastu minuttirnar og hevði Bjarni Gunnarsson Jacobsen eisini nakrar bjargingar. Ferð og ágrýtni kom aftur í føroyska spælið og vunnu Føroyar trygt at enda,16-11.

Føroyar møta Estlandi seinni í dag, kl. 15.30. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Litava – Føroyar:
5 min. 1-3
10 min. 3-5
15 min. 4-7
20 min. 7-7
25 min. 10-9
30 min. 11-10
35 min. 11-13
40 min. 11-16

Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 6 (5)
Lýðari í Dímun 2
Jógvan Andreas Lamhauge 2
Brandur Hansen 2
Erling Erlendsson 1
Magnus Árason 1
Hanus Gunnarsson 1