Hondbóltssamband Føroya
Tað var greitt at okkara skuldu spæla upp til sítt besta fyri at hótta Kroatia í dag. Fyri góðum ári síðani taptu okkara við einum málið móti teimum í EM-endaspælinum, men tað hepnaðist minni væl í dag og Føroyar taptu 22-17.
Føroyar komu illa frá byrjan. 5-1 verjan fekk als ikki fatur í kroatisku skjúttunum og gjørdu okkara nógvar villur í álopinum. Okkara spældu 7 móti 6 í álopinum, men villurnar vóru dýrar og fingu kroatar fleiri ferðir kasta í tómt mál. Føroyar vóru aftanfyri 8-2 longu eftir 10 minuttir. Føroyar fóru aftur at verja 6-0 og vóru batar at hóma saman við Bjarna Jacobsen, sum kom inn í føroyska málið. Okkara minkaðu nakað um munin og fóru liðini til hálvleiks við 12-8.
Dysturin var javnari í seinna hálvleiki. Føroyar komu tó ongantíð nærri enn tvey mál og hóttu ongantíð av álvara kroatisku leiðsluna. Rúnar Hammer var størsta hóttanin í føroyska álopinum í dag, og var hann eisini toppskjútti við 5 málum.
Føroyar skulu nú spæla um 5. – 11. pláss í kappingini, hetta saman við Egyptalandi, Póllandi, Estland, Litava, Niðurlondum og Finnlandi.
Leiksskráin sær soleiðis út:
Hósdagin kl. 09.15 Litava – Føroyar
Hósdagin kl. 16.30 Føroyar – Estland
Fríggjdagin kl. 09.00 Pólland – Føroyar
Fríggjdagin kl. 13.15 Føroyar – Egyptaland
Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Kroatia – Føroyar:
5 min. 3-1
10 min. 8-2
15 min. 11-5
20 min. 12-8
25 min. 13-10
30 min. 15-12
35 min. 17-14
40 min. 22-17
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rúnar Hammer 5
Pauli Rasmussen 3
Jákup Egholm 2 (1)
Fríði Holm í Innistovu 2
Haraldur Karlsson 2
Magnus Árason 1
Jón Midjord 1
Brandur Hansen 1