Sjóvar kommuna
Fríggjakvøldið kom rørleggjaraskipið Deep Energy á Hulk at liggja.
Hetta er størsta skip nakrantíð, sum hevur ligið við kaj í Sjóvar kommunu.
Skipið er 194,5 metrar langt, 31 metrar breitt og 25378 BT
Til samanberingar er Norrøna 165,7 m langt, og 30 m breitt.
Skipið skal bunkra og skifta nakað av manningini á Hulki. Skipið verður liggjandi til týsdagin.
Myndir: Sjóvar kommuna




