Sunda kommuna
Jógvan Philbrow er settur í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.
Býráðið í Sunda kommunu samtykti á býráðsfundi tann 23. mai 2025 at seta Jógvan Philbrow í starv sum dagstovnaleiðari á Flatinum á Oyrarbakka.
Jógvan er 51 ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur. Hann hevur starvast sum stovnsleiðari í góð 10 ár, og síðani sum formaður í Føroya Pedagogfelag í 9 ár. Seinasta árið hevur Jógvan starvast sum námsfrøðingur á dagstovninum Brúsa í Leirvík.
Jógvan byrjar í starvinum 1. august 2025, og Sunda kommuna ynskir honum blíðan byr í nýggja starvinum.