Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.06.2025 20:28

Myndir: Nýtt graslíki lagt á Svangaskarð

Mynd: Eysturoyarportalurin

“Tað gongur væl framá hjá Møblasøluni v/Birgir Andreasen at fáa nýggja graslíkið liðugt.

Uppmerkingin er næstan liðug, og seinnapartin varð farið at koyra sandfyllu/korkfyllu í. Nú er bara at vóna, at veðrið verður til vildar næstu 20 tímarnar”.

Soleiðis sigur Nes kommunu í dag á heimasíðu síni.

Eftir ætlan so skal vøllurin verða klárur til komandi heimadyst hjá B68, sum er 5. juli móti EB/Streym.

Samstundis verður miðjað eftir at fáa ein part av nýggja skýlinum klárt og í brúk, antin til august ella einaferð seinni í heyst.

Les eisini: Toftafólk fær nýtt áskoðaraskýli

Myndir: Eysturoyarportalurin