Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.06.2025 14:58

Tú ert nummar 15 í køðini

Runavíkar kommuna

Midnáttarrøða, sum Sølvi Reinert Hansen flutti fram á Eystanstevnu

Gott kvøld øll somul, og vælkomin á lokalu stevnuna í triðstørstu kommununi í landinum.

Í eini tíð við ófriði kring heim, og har tjóðir sýnast um at kappast um at skapa ójavnvág og ófrið, og har vit alt oftari rista høvdið um ófatiliga býttleikan og fávitskuni hjá teimum, sum hava størst vald, er natúrligt at vit finna tryggleikan í tí, vit kenna best, í trygga heimliga umhvørvinum, tí lokala.

Frá fyrstu fyrireiking av hesi stevnuni, og við royndunum í fjør, vóru feløgini samd um, at Eystanstevnan eigur at dyrka tað lokala. Tað eru fólkini her á staðnum, sum við sínum skattakrónum leggja lunnar undir karmar og stuðulsskipanir hjá ítróttinum, og tað eru fólkini her á staðnum, sum ótroyttiliga arbeiða ólønt og ósjálvsøkin í feløgunum. Tí er tað natúrligt, at stevnan gevur nakað aftir til lokaløkið, og at tað eru nógv ókeypis tiltøk á stevnuni.

Vit kenna okkum trygg í okkara nærumhvørvi, har vit hitta kenningar á gøtuni ella til handils, práta tvørtur um garðin við grannan, og har vit vita onkran at ringja til, uttan mun til hvat tað er, okkum tørvar, ella hvørjum vit ivast í.
Og vit kenna okkum trygg í umhvørvum sum hesum – við Pub Quiz og Syngið við tiltøkum saman við vinfólkum og kenningum.

Mest av øllum eru tað fólkini, sum her búgva, sum gera hetta staðið til tað, tað er.

Vit, sum búgva her, hava so øgiliga nógv felags áhugamál. Øll ynskja vit, at okkara børn skulu vaksa upp í einum tryggum umhvørvi, at tey skulu fáa bestu møguleikar at mennast, við rørslu og í skúla, og øll ynskja vit, at tey skulu fáa loyvi til at vaksa upp til at vera júst tann, sum tey eru.

Í hesi strembanini móti felags málum óteljandi møguleikar at gera mun – og tað sjálvbodna arbeiðið er grundarsteinurin undir øllum hesum.

Á fyrireikandi fundum í samband við stevnuna seinastu mongu árini hevur tað verið stuttligt at sæð, at fólk mugu siga, hvat felag tey mest umboða hesuferð – tí tey kenna seg knýtt at fleiri feløgum. Tað eru somu andlit, sum síggjast aftur í fleiri felagsskapum – summi skifta bara hatt, alt eftir, hvat børnini taka lut í júst nú.

Kommunan hevur seinastu mongu árini raðfest ítróttarumhvørvið høgt, ábøtur eru gjørdar á fótbóltsvallir og -stadion, Bylgjan er bygd, svimjihøllin nærkast heilt nógv, feløgini fáa øll part í ítróttarstuðlinum og frítíðarkortið, Spjaldur, hevur  givið øllum børnum og ungum og familjum teirra fíggjarliga orku at taka lut í ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
 
Menningin av kommunu og býi sæst allastaðni rundanum okkum, eisini beint her, við standa, á Heiðavegi. Uttan mun til í hvørja ætt, vit venda okkum, er okkurt arbeiði í gongd. Tað er hugaligt at kenna seg liva mitt í eini menningar- og broytingartíð.
 
Menning í íbúgvaratali, vinnu- og arbeiðsmøguleikum seta krøv til infrastrukturin – bæði vegir og grundøkir, men eisini til barnaansingarstovnar og skúlar, og ikki minst ítróttaranleggini.
 
Feløgini hava havt stóran vøkstur í luttakaratali seinastu árini, ikki minst góðu kørmunum og frítíðarkortinum at takka. Men hjá fleiri teirra sansar at. Støkk fekk ikki rúmd fyri øllum sínum virksemi í Bylgjuni, longu tá hon stóð liðug. Tey eru tí nokkso nógvar tímar í fimleikahøllini í Glyvra skúla. Tjaldur hevur í mong ár mangla venjingartímar í Runavík, og tað ger tað trupult at menna eldru leikararnar. Og vøllurin við Løkin hevur í nógv ár verið sera sera upptikin, tá børnini venja.
 
Men tað er hugaligt, at virksemið er so stórt, at tað trýstir karmarnar. Seinni í ár ber til at svimja í Bylgjuni eisini, og fer tað at veruliga at leggja lunnar undir svimjingina her á staðnum – svimjiførleika, heilsusvimjing, spæl og svimjiítrótt. Hvør veit, um tað ikki eisini fer at bera til at spæla undirvatnsrugby, vatnpolo ella royna seg í synkronsvimjing?  Størsti ágóðin við svimjihøllini verður tó, at allir borgarar í kommununi við tíðini gerast vatnvanir, soleiðis at skilja, at tey eru púra trygg við vatn, uttan mun til um tey eru yvir ella undir vatnskorpuni, um tey svimja, flóta ella kava.
 
Bæði ítrótturin og lands- og kommunalir myndugleikar eru vælvitandi um, at har er ein symbiosa millum tey bæði – ella eitt slag av sosialari kontrakt – har myndugleikarnir veita karmar og stuðulsskipanir, meðan ítrótturin veitir frítíðarítriv, menning av børnum og ungum bæði likamliga, sálarliga og sosialt og ikki minst skapar trivnað og undirhald.
Ítróttar- og frítíðarfeløg byggja á sjálvboðið arbeiði, har fólk taka ábyrgd og geva nakrar tímar lokalsamfelagnum at frama.
 
Fyri nakað nógvum árum síðani nú var eg ungdómsvenjari hjá NSÍ í nokkso nógv ár, eg fylgdi einum hópi av smápiltum kring landið og upp gjøgnum árgangirnar, til teir gjørdust størri og sterkari enn eg.
Løturnar á vøllinum vóru fantastiskar – í dystarstøðu vil man vinna – men løturnar við Løkin, náttúruvakra umhvørvið, spælið og venjingarnar, um tað var í sól, regni ella kava, standa sterkast.
Minnist aldrandi svenska ítróttarleiðaran Bengt Sevelius hava sagt tað soleiðis, at um hann var bjóðaður løn fyri at venja børn og ung fleiri ferðir um vikuna, og at ferðast til dystir við teimum hvønn leygardag, so hevði hann ikki tikið tað á seg, men av tí, at tað var sjálvboðið, tímdi hann væl.
 
Og tað er tørvur á okkum øllum í sjálvbodnum arbeiði. Tað ræður bert um hjá okkum at finna okkara nisju.
Vit hava øll nakað at bjóða – nakað vit duga, brenna fyri, ella bara halda vera stuttligt. Og vøksturin og menningin í økinum hevur við sær, at tørvurin á sjálvbodnum ongantíð hevur verið størri, enn hann er nú. 
Á fótbóltsvøllinum eru ikki bara 11 leikarar. Vit hava tørv á leikarum 12, 13 og 14 eisini. Tað ræður um at finna sítt pláss í stóru sjálvbodnu familjuni – at vera eitt klípi.
Ella sum Herbjørg so beinrakið tók til, tá eg greiddi henni frá, at eg hevði fingið eitt “nei” aftrat til at halda hesa røðuna: “Tú ert nummar 15 í køini.”

Takk fyri høvið.