Hondbóltssamband Føroya
Norðuratlantiski grannadysturin móti Íslandi endaði við javnleiki. Hóast føroyska verjan haltaði stóran part av dystinum, so tryggjaði góða álopsspælið nokk til javnleik 35-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 21-19 í hálvleikinum.
Føroyar vóru frammanfyri til 55. minutt, tá íslendingar javnaðu. Íslendingar komu eisini fram um í 58. minutti, og tískil gjørdist tað eina stigi kærkomi hóast alt.
Fyrri hálvleikur byrjaði við høgari leikferð, hóast føroyingar spældi 7 móti 6. Íslendingar gjørdu skjótt av hvønn møguleikar teir høvdu og komu nógv mál, 15 mál tilsamans eftir 10 minuttir, 8-7. Føroyar spældu væl í álopinum, har Óli Mittún helt á, har hann slepti í gjár. Íslendska verjan royndi at pakka Óla inn, men gav hetta meira pláss á høgra bakki til Høgna Højsted og Trúgva Hávardsson. Føroysk álopið koyrdi væl, men verjan stríddist, har íslendingar fingu 19 mál í fyrra hálvleiki. Okkara høvdu eina góða løtu 10 minuttir fyri hálvleik, har Føroyar komu fram um við 5 málum. Íslendingar fóru hereftir at mansverja Óla Mittún og tað skapti nakað av órógv, og minkaðu íslendingar um munin aftur niður í tvey mál, 21-19, til hálvleiks. Óli var mansvardur restina av dystinum.
Føroyar royndu at verja longur frammi í seinna hálvleiki, men fekk verjan ongantíð fatur á sera vælleikandi Elmari Erlingssyni, sum gjørdi heili 17 mál og var kosin dagsins leikari. Í álopinum gav mansverjan av Óla meira pláss til Trúgva Hávardsson, sum dugdi væl at gera sær dælt at plássinum við ein móti einum spæli og innspølum til Ísak Vedelsbøl á strikuni, sum skoraði væl í dag. Tað vóru tó íslendingar, sum høvdu yvirtakið í seinna hálvleiki, meðan okkara stríddust fyri at hanga í. Okkara vóru aftanfyri tá fá sekund restaðu, men vardu okkara skilagott, Ísland var dømt fyri álopsvillu, og tá trý sekund restaðu var Óli Mittún taklaður hart og Føroyar fingu brotskast. Óli setti hetta sjálvur trygt í netið og annað stigi varð bjargað.
Næsti dystur hjá Føroyum er leygardagin kl. 10.45, føroyska tíð, móti Rumenia. Alt er enn opið í bólkinum, men liggja Føroyar væl fyri við trimum stigum fyri tveir dystir. Dysturin kann stroymast á youtube síðuni hjá IHF, “IHF Competitions”.
Dystargongdin Føroyar – Ísland:
5 min. 4-4
10 min. 8-7
15 min. 13-10
20 min. 16-13
25 min. 19-15
30 min. 21-19
35 min. 23-22
40 min. 27-24
45 min. 29-27
50 min. 32-29
55 min. 32-32
60 min. 35-35
Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 11 (4)
Ísak Vedelsbøl 10 (3)
Høgni Heinason 4
Trúgvi Hávardsson 4
Høgni Højsted 2
Óla Jákup Gaard Olsen 1
Búi Poulsen 1
Rókur Ziskason 1
Rói Seyer Hjaltason 1
Málverjar:
Aleksandar Lacok 14%
Torstein Sivertsen 29%