Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 21:56

Myndir: Víkingur – B68 2-0 (Løgmanssteypið)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Mennirnir hjá Víkingi, vunnu í kvøld seinnu hálvfinaluna í løgmanssteypinum, tá ið teir, á heimavølli í Sarpugerði, vunnu 2-0 á B68.

Samanlagt vann Víkingur 4-0, og eru teir tískil klárir til steypafinaluna í løgmanssteypinum, har teir møta oddaliðnum og favorittinum úr KÍ. KÍ vann samanlagt 6-1 á AB.

Liðini, Víkingur og KÍ, møttust eisini í steypafinaluni 2016 og 2022.

Málini í kvøld skutu Olaf Bárðarson og Poul Kallsberg.

Finalan verður leikt á Tórsvølli 31. oktober.

Myndir: Turf Roof Productions/ Eysturoyarportalurin