Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 08:28

Sissal kemur at framföra á G!

Mynd: Lola Pæx

G! festival

Hon hevur júst blást allan heimin um koll við síni stóru rödd, har hon stóð á pallinum í Basel í beinleiðis sjónvarpi, sum fyrsti föroyingur nakrantíð í finaluni á Eurovision. Nú vita öll hvör Sissal er. 

Kenda havnadaman var tó longu væl í gongd áðrenn, og hevur latið úr hondum peppaðan elektroniskan, dansivinarligan tónleik, sum júst er eyðkendur við hesi stóru röddini. Vit gleða okkum ómetaliga nógv til leygarkvöldið á G!, at hoyra hesa megnar songkvinnu framföra sín tónleik, og ikki minst lagið Hallucination, sum öll longu munnu kenna. 

G! Festival verður dagarnar 17.-19. juli. 

Spjaldur