Gøtumaðurin, Martin Klein Joensen, sum flutti frá Víkingi til B68 áðrenn hetta kappingarárið, er givin í felagnum.
B68 sigur soleiðis í skrivið:
“B68 og Martin Klein Joensen eru komnir ásamt um at uppsiga sáttmálan fyri restina av kappingarárinum.
Hetta merkir, at Martin ikki verður við í heimadystinum móti HB í Fuglafirði leygardagin.
B68 takkar fyri tíðina og innsatsin í B68 og ynskir honum alt tað besta framyvir.”
Av tí at vøllurin í hesum døgum verður skiftur, spælir B68 heimadyst í Fuglafirði.