Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2025 08:57

Vælkomin á Sundalagsstevnu í Hvalvík

Sunda kommuna

Komandi vikuskiftið verður ársins Sundalagsstevna hildin í Hvalvík.

Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini í kvøld 12.  juni. Stevnan verður sett uttan fyri Mørkina í Streymnesi. Súsanna Eikhólm flytir fram røðu og Eiðis Ljómfelag spælir.  

Skráin er sera fjølbroytt og eru nógv ymisk tiltøk á skrá m.a kondibingo, dartkapping, pub-quiz, guðtænasta og nógv annað spennandi. 

FM-kappróðurin verður leygardagin kl. 15.00 og sama dag er ymiskt annað fyri børn og vaksin, bæði á havnalagnum og heimi í bygdini.

Sunda kommuna takkar fyrireikarunum og Hvalvíkar – Streymnesar Róðrarfelag fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eitt hugnaligt vikuskifti. 

Skráin fyri stevnuna sæst her.

Verið vælkomin til Hvalvíkar á Sundalagsstevnu.