Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.06.2025 08:14

Alex vann OL Trap-kappingina í Leirvík – landsliðið til World Cup klárt

Mynd: Eysturskot

Eysturskot

Leygardagin 31.mai var OL Trap-kapping hildin á skjótibreytuni hjá Eysturskot í Leirvík, har tað var Alex Johannesen, sum vísti hægsta støði og vann gullið eftir eina spennandi finalu.

OL Trap er tann mest avbjóðandi skjótigreinin innan leirdúgvuskjóting og blívur av mongun rópt “Formel 1” innan leirdúgvuskjóting, og hóast veðrið skikkaði sær gott, høvdu fleiri skjúttar trupulleikar við at røkka høgum tali av raktum dúgvum, Alex megnaði tó í fyrstu rundu at halda høvdi kalt og misti einans 3 dúgvur– nakað betri enn meginparturin av kappingarneytunum. Í 3 rundu rakti Johnhard Klettheyggj 21 dúgvur, og vóru tað sostatt einans teir báðir sum fingu omanfyri 20 raktar í einum umfarið. Alex 2 ferð og Johnhard 1 ferð.

Tó skuldi eitt “shoot-off” til fyri at avgera vinnaran. Her dró Alex tað longra stráið móti Jeppe S. Bruun (Byrsumúli), sum tók silvurið. Jeppe plagar at vera drúgvur í kapping, og hendan dagin royndist finaluskjótingin hjá honum sera væl. Johnhard Klettheyggj (Byrsumúli) ið vann síðstu OL Trap-kapping, endaði við bronsuni.

Úrslit úr A-bólkinum

Í A-bólkinum var tað Jóhannus Kristmundsson (Eysturskot), ið fór við sigrinum. Hann vísti gott støði frammanfyri Bárður Poulsen (Byrsumúli), sum gjørdist nummar tvey, meðan Høgni G. Jósleivsson (Eysturskot) gjørdist nummar 3.

Felagið Eysturskot ynskir øllum skjúttunum hjartaliga tillukku við úrslitunum.

——————–

Landsliðið í OL Trap klárt til World Cup í Italia.

Triðggir føroyskir skjúttar eru nú úttiknir at umboða Føroyar til OL Trap World Cup, sum verður hildin í Italia fyrst í juli:

Alex Johannesen

Johnhard Klettheyggj

Esmar Joensen (tilnevndur eftir avboð frá Finn Ludvig)

Uttøkan til landsliðið byggir á styrkilistan hjá Skjótisambandinum, og av tí at Finn Ludvig sum er nummar 2 á styrkilistanum hevur givið avboð, varð skjúttin við fjórhægsu styrkitølunum – Esmar Joensen – kallaður inn.

————————-

EM í Fraklandi – tvær broytingar.

Fyrst í august verður EM í OL Trap í Fraklandi. Her hava tveir teir drúgvastu Ol Trap skjúttarnir Alex Johannesen og Finn Ludvig givið avboð, og tí verður føroyska liðið mannað av hesum skjúttum:

Johnhard Klettheyggj

Esmar Joensen

Bartal Klettheyggj

Vit fara at fylgja við, við stórum spenningi, nú hesar kappingarnar nærkast, og ynskja

teimun góða eyðnu við kappingunum.

Myndir: Eysturskot

Spjaldur