Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2025 22:32

Siloakórið sangløtu sunnukvøldið kl. 19

Sunnukvøldið 1. juni kl. 19 verður sangløta við Siloakórinum í Siloa í Fuglafirði. 

Siloakórið er knýtt at samkomuni í Siloa – og nú sunnukvøldið verður, eins og vanligt plagar at vera hesa tíðina, boðið til konsert/sangløtu, áðrenn farið verður í summarfrí.

Á skránni er bæði nýtt og gott gamalt – serliga sangirnir, ið kórið hevur vant hetta seinasta árið. Hetta eru fyri tað mesta sangir, ið tónleikaliga eru í tí lættara endanum, teir flestu við undirspæli. Eisini eru fleiri solistar, sum syngja saman við kórinum.

Harumframt fer kvinnutrio, ið nevnir seg ”Kyrrindi”, at framføra tveir sangir.

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

Ein góður drekkamunnur verður aftaná.

Øll eru hjartaliga vælkomin!