Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2025 20:36

Ein beiskur biti at svølgja

Hans Jákup Mikkelsen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Lesarabræv

Hvat er tað, sum býr í hjørtum okkara her í vesturheiminum?

Jú, (i) persónligt frælsi, so vit kunnu liva frælst, hugsa frælst og siga tað, vit vilja. (ii) Fólkaræðið, har øll hava eina atkvøðu. (iii) Marknaðarbúskapur, har tú kanst byggja tær eydnuna góða. (iv) Rættarsamfelag, har tú kennir teg tryggan og (v) mannarættindi, har eingin verður kúgaður, og har øll hava somu virðir í samfelagnum. Hetta er okkara kall.

Tað dýrabarasta her á jørð er persónliga frælsi, og skulu vit verja tað ímóti øllum, sum royna at kúga tað og berjast fyri, at øll menniskju í hesum heimi skulu koma at kenna tað.

Í stuttum kann sigast, at tað er orsøkin til, at bæði ES og NATO hava flutt seg eystureftir og hava undirlagt seg fleiri og fleiri lond, tí hetta er besta búskaparliga og politiska skipan í heiminum eftir okkara tykki. Og allir heimsins borgarar skulu fáa loyvi at kenna rákan av hesum frælsi. Tí skulu øll lond, sum ikki hava hesi virðir, setast í frælsi. Kallið er, at vit fáa innført hesi virðir um allan heim, so allur heimurin verður frælsur.

Hetta er tað, ið býr í hjørtum okkara, og tí vera vit so sint, tá okkurt annað hendir. Eitt nú tað, sum hendir í Ukraina. Russland ætlar sær ikki at bakka, og vit kenna tað, sum vit mugu berjast ímóti tí. Evropearir gerast ørkymlaðir og skilja ikki, hví øll lond ikki gera sum vit.

Nú er støðan hon, at USA, Kina og Russland seta dagsskránna í heiminum, og vit megna ikki at gjøgnumføra okkara kall meira í løtuni. Vit hava rent okkum fastan, og hava vit ikki orkuna ei heldur amboðini til at gera meira.

Tí eru vit noydd til at steðga á tíverri. Vit mugu goyma hesi virðir í hjørtum okkara, og samtíðis leggja kyndilin í eina skuffu – í hvussu so er tey næstu árini. Møguliga verður tað longri. So kanska um nøkur ár kunnu vit hevja kyndilin aftur og stríðast víðari. Kanska tað ikki verður fyrr enn okkara børn vaksa til og taka upp førning okkara.

Venda okkum til diplomati

So tað vit hava eftir at gera nú er at spæla við og upprætthalda okkara livistøði, verja okkara land og okkara fólk, sjálvt um tað er ein herskin biti.

Hvørki USA, Kina ella Russland fara nakran veg, og ikki fara tey at broyta seg. Tí er uppgávan hjá Mette sera greið. Hon má fáa sum mest burturúr fyri fólk sítt og gloyma øll tey gyltu lyftir, hon ber í hjarta sínum. Ein beiskur biti, sum hon má svølgja.

Danmark hevur sendistovur allastaðni, og skulu tær brúkast nú. Mette skal lata tað upp til diplomatar. Ein diplomatur er ørvísi enn vanlig fólk. Ein diplomatur er ein persónur, sum ikki hevur kenslur sum vit, men sum varliga og smidliga tekur til skilagóðar samráðingarsnildir fyri at fáa loyst ein knút, sum er millum lond. Viðbrekin mál mugu viðgerast varliga og farast skal hóvliga fram.

Mette skal hugsa tað óhugsandi

Loysnin er einføld, men tó torfør. Mette skal fara í diplomatiskt samstarv við øll stórveldini. Hon skal vísa seg sum ein heimsborgara, har hon ger avtalur við øll hesi lond. Hon skal sita væl umsátt við tey, og hugsa tað óhugsandi í hesum døgum.

Samtíðis skal Mette styrkja seg búskaparliga, sum gevur henni ein sunnan búskap soleiðis, at hon kann upprætthalda vælferðarskipanina, meðan hon dubbar Danmark. Hon má hugsa um fólk sítt og reka sín egna politikk.

Protektionistiskir flokkar í Evropa storma fram

Allir protektionistiskir høgraflokkar storma fram í Evropa. Í Italien, Hollandi og Ungarn hava teir vunnið. Le Pen vann valið í Frankaríki, men sosialistarnir í Frankaríki rottaðu seg saman, so hon ikki fekk valdið. Væntandi er tó, at hon fer at fáa valdið um eina tíð, tí sosialistarnir megna ikki at semjast um nakað. Roynt verður at fella hana, tí hon hevur umsitið pening úr ES á skeivan hátt. Men hetta kann styrkja um høgraflokkarnar, sum kenna seg órættvíst viðfarnar.

Í Týsklandi fekk Alternative für Deutchland 20%, sum var eitt sera flott úrslit, men ikki nóg mikið til at vinna valdið í Týsklandi. CDU við Merz sum leiðara vann valið. CDU er ein mið- høgra flokkur, og fekk 28,5% av atkvøðunum. Merz er kanslari og hevur gjørt samgongu við socialdemokratarnar. Spurningurin er, um hesir flokkar megna at halda saman.

Tað hevur alt at siga, at Frankaríki og Týskland halda ES saman. Um hesi lond rýma, er liðugt við ES. Um Le Pen og Weidel seinni vinna valdið í ávikavist hesum londum, dettur ES sundur.

Evropa ætlar at skapa ein her og framleiða vápn fyri 6.000 milliardir krónur. Umframt skulu ES-londini brúka áleið 5% av sínum BTÚ til ein her. Trupulleikin er, at tað tekur mong ár at byggja vápnaverksmiðjur og at fáa ein vælroyndan her. Tað fer at taka kanska 10 ár, áðrenn ES røkkur hesum máli.

Tá fólk í ES fara at merkja, at livistøðið lækkar orsaka av hesum, fara fólk at venda sær ímóti ES. Tá danir merkja, at livistøðið lækkar, fær Mette tað at vita frá sínum veljarum.

ES dettur sundur

Tað, sum hevur broytt politiska landslagi í Evropa, eru innflytarir. Mangir eru komnir inn í Evropa. Vit síggja skilið í Svøríki serliga. Og milliónir eru komnir inn í Týskland, meðan Mercel var bundeskanslari. Evropearar vakna nú og ásanna, at hetta er ein trupulleiki. Tí storma høgraflokkarnir fram, og er hetta høvuðsorsøkin til, at Le Pen og Weidel vinna. ES kann detta sundur, um hesir flokkar fáa valdið, og tað verður ikki stuttligt at vera eitt pinkuland mitt í Atlantshavi.

Tað sum hendir, um ES dettur sundur, er, at hvørt landi sær fer at gera sín egna politikk fyri innflutning. Fyrsta stigið verður at verja síni egnu arbeiðspláss. Hetta merkir, at vit fara at fáa toll á okkara vørur og fáa bert loyvi til at selja heilan fisk ella heilan laks til Evropa. Allar aðrar vørur fara at fáa høgan toll tíverri.

Vit hava aðrar marknaðir so sum USA, Kina og Russland. Men vit hava frásagt okkum at selja til Russlands orsaka av krígnum í Ukraina, og Trump hevur lovað at fíggja almenna undirskotið í USA við at leggja toll á innfluttar vørur, og vit hava longu fingið 10% í toll.

Patriots for Europe

Leygardagin (8. Februar 2025) var samling í Madrid fyri ultra høgraflokkar í ES. Har vóru Orban, Le Pen, Wilders og Dansk Folkeparti. Herrópini vóru, at tey ynskja frælsar statir í Evropa og burturvið búrokratunum í Bruxelles.

Eitt orð, sum var á lofti, var, Reconquista. Tað var tað, sum hendi í miðøld, tá kristin ruddaðu Evropa fyri muslimar. Føroyingar kenna best hetta við Runsivalsstríðnum, tá Karlamagnus bardist ímóti muslimum. Hesir flokkar, sum vóru í Barcelona hendan dagin, siga, at Evropa er kristið.

Tað, sum hesir flokkar ynskja, er (i) at reinsa Evropa fyri innflytarar, (ii) dyrka mentanina í hvørjum landi sær, (iii) avtaka grøna politikkin, (iv) avtaka stýringina í ES og (v) geva londunum í Evropa frælsi at gera tað, sum er rætt fyri tey.

ES hevur havt lítlan ella ongan búskaparligan vøkstur seinastu árini, meðan vøksturin í USA er vaksin við ferð. Hesir flokkar siga, at tað er sentralstýringin í Bruxelles, sum er atvoldin. (i) Alt ov mangir innflytarar, (ii) grønur politikkur og (iii) politisk korrektheit, sum hevur gjørt av við Evropa.

Livistøðið er tað týdningarmesta

Livistøðið hjá okkum føroyingum er tað týdningarmesta. Vit skulu seta tað í hásætið. Okkara forfedrar hava barst fyri okkum og hækka okkara livistøði, og tað skulu vit virða og vera takksom fyri. Vit standa tí altíð á herðunum hjá okkara forfedrum, og vit skulu víðari byggja.

Føroyar er eitt pinkuland, og tað vit duga fram um onnur er at veiða fisk og ala laks. Alt annað skulu vit keypa frá øðrum, tí tey duga tað betri. Tí er eitt pinkuland sum Føroyar sera sárbært, tá hurðar fara aftur úti í heimi. Vit skulu altíð kunna handla við øll lond soleiðis, at vit varðveita ella økja okkara livistøði.

Best er, at vit føroyingar stýra Føroyum, tí so kunnu vit taka skilagóðar avgerðir. Einasta vit ynskja frá Danmark er, at føroyskir næmingar eru javnsettir við danir á øllum útbúgvingarstøðum í Danmark, og at føroyingar hava javnsettar møguleikar til Ríkissjúkrahúsið, sum eftir mínum tykki er eitt framúr gott sjúkrahús. Eg og míni hava fingið nógva og góða hjálp haðani.

Føroyar skulu brúka diplomati

Føroyar hava sendistovur í Beijing, Washington og Moskva, og tær skulu til arbeiðis nú. Aksel skal fara í holt við diplomati, har Føroyar fáa eitt gott samstarv við øll lond.

Tað hevur týdning ikki at liggja sjóvarfallið av sær, nú møguleikin er har. Voltaire segði, at søgan liggur leingi í dvala, til hon brádliga er fyri broytingum. Tað er júst nú, at puslispælið í heiminum verður lagt av nýggjum. Danska stjórnin er í løtuni veik og kroyst, so nú er rætta løtan til sjálvstýri og at fáa eina gagnliga avtalu við Danmark. Nú er stundin komin til handa, har vit føroyingar taka ræði í egnum landi.

Hans Jákup Mikkelsen