Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.05.2025 17:09

Sundalags bátafelag skipar fyri bátahugna í Hvalvík

Sundalags bátafelag

Í vikuskiftinum verður árligi bátahugnin í Hvalvík, sum Sundalags bátafelag skipar fyri.

Árliga tiltakið er sera væl umtókt millum báta- og kampingfólk. Teltið er sett upp, fleiri kampingvognar og bátar eru longu komnir, og hýrurin millum tey vitjandi er góður.

Leygardagin kl. 13:30 sigla bátarnir av Selatrað og norð til Hvalvíkar. Tá bátarnir koma á Hvalvík eru ein røð av tiltøkum á skránni. Millum annað smyrjibreyð, felagssangur, lutaseðlasøla, grillaður grísur frá Ørvarødd og mangt annað.