Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2025 12:53

Útvístur fyri falskt pass

Tíðindaskriv/ Føroya Politi

Ein maður í tretivunum, sum kom til Føroya við Norrønu í gjár, vísti eitt falskt pass, tá ið hann varð biðin um samleikaprógv. Í grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin játtaði maðurin seg sekan. Hann varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár. 

Maðurin, sum er úr Albania, hevur einki tilknýti til Føroyar. Hann kom til landið við Norrønu í gjár, og tá hann varð biðin um at vísa samleikaprógv, vísti hann tollvaldinum eitt falskt pass. Maðurin varð handtikin og førdur fram til grundlógarhoyring í Føroya Rætti fyrrapartin í dag. 

Skjalafalsan er eitt sera álvarsamt lógarbrot, og tað sæst eisini aftur í dóminum. Maðurin varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.