Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.05.2025 08:34

Rúmið – Nýtt staklag frá Døgg Nónsgjógv

Tíðindaskriv

“Tá tú kemur inn í rúmið, so brúsar alt innan í mær”.

Døgg Nónsgjógv hevur í longri tíð arbeitt við eini heildarútgávu, og gevur í dag út fyrsta staklagið, Rúmið, ið lýsir løtuna, tá man verður raktur av píli Amors. 

Hetta er popptónleikur við kanti, meðan eyðkenda og inniliga huglagið hjá Døgg Nónsgjógv enn liggur í røddini. Lagið er skrivað í felag við Høgna Lisberg, sum eisini hevur framleitt. 

Høgni Lisberg og Jan Rúni Poulsen hava spælt ljóðførini inn. 

“Eg vildi lýsa hasa løtuna, tá alt annað hvørvur og man brádliga bert hevur eygað fyri einum persóni”, sigur Døgg um nýggja lagið. 

Rúmið kann hoyrast á øllum stroymitænastum frá í dag, mikudegnum.

Stroym lagið her: https://orcd.co/rumid_single