Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.05.2025 09:08

Veðrið: mánadagin 26. mai

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Strúkur í vindi upp í skrið vestan, 13 til 18 m/s, í støðum sunnanfyri upp í storm, 23 m/s, í støðum norðanfyri bert frískur vindur, minni enn 10 m/s. Samdrigið, mjørki í støðum, regn og stundum nógv regn, serliga norðanfyri. Sum frá líður í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn. Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sunnanfyri hvassur vindur, 15 m/s. Hitin 6 til 9 stig.

Sólarris: 04:06 Sólsetur: 22:42