Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mánadagin.
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Samdrigið og regn, í dagtímunum grovt regn. Seinnapartin og í kvøld frískur vindur upp í hvassan, 10 til 15 m/s; fyrst í Suðuroynni men sum frá líður alsamt longur norðuri. Vindurin gongur úr útnyrðingi í útsynning. Í nátt frískur frískur vindur upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið 20 m/s; í støðum norðanfyri bert lítið lot, minni enn 5 m/s. Fyrrapartin í morgin vestan. Samdrigið og regn, stundum grovt regn. Hitin 6 til 9 stig.
Sólarris: 04:08 Sólsetur: 22:40