Tíðindaskriv/ Føroyska Sjómansmissiónin
Kristi himmalsferðardag, 29. mai. frá k1.14.00 – 17.00, bjóðar Føroyska Sjómansmissiónin sjómansfamiljum til hugnaløtu á økinum við Leguhúsið í Nesvík.
Børnini kunnu spæla á økinum og sigla við bátum – undir eftirlitið av teirra avvarðandi.
Høvi verður at grilla mat, sum familjurnar hava við. Sjómansmissiónin bjóðar kaffi/te.
K1.16.30 vitjar gyklarin Ásbjørn Berthelsen. Um ikki viðrar at vera úti, verõur løtan inni.
