Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.05.2025 12:56

Doktarahúsini

Mynd: Runavíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Doktarahúsini í Heiðunum vera skjótt hundrað ára gomul, og nú er tørvur á at vindeygu og hurðar verða skift. Ætlanin er, at hesi vera gjørd soleiðis, sum tey upprunaliga sóu út. Í morgun skrivaðu Jákup Joensen, fyri Snikkaravirkið á Rituvíkshálsi, og borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen undir sáttmála um gerð og íseting av hurðum og vindeygum.

Í nógv ár hava Doktarahúsini verið nýtt sum barnalon hjá Dagrøktini í Runavíkar kommunu.

ES: Ejin Olsen tók myndina.