Sunda kommuna
Nú ber til at tekna seg til ung í arbeiði 2025. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27, frá 23. juni til og við 4. juli.
Ung í arbeiði er eitt tilboð fyri ung í kommununi, sum komandi skúlaár fara í ávikavist 9. og 10. flokk. Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur.
Lønin er 75% av sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Um tú ert áhugað/-ur í hesum, verður tú biðin um at melda til her.
Freistin at melda til er hósdagin 12. juni 2025