Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.05.2025 03:00

Sissal nýggj í Føroya Prentsmiðjufelag

Mynd: Føroya Prentsmiðjufelag

Føroya Prentsmiðjufelag

Sissal H. Hestoy er nýtt andlit í nevndini í Føroya Prentsmiðjufelag

Á aðalfundinum hjá Føroya Prentsmiðjufelag mikudagin 14. mai varð Sissal H. Hestoy vald í nevndina. Harvið telur nevndin nú fýra limir í staðin fyri tríggjar. 

Sissal hevur drúgvar royndir á økinum og starvast til dagliga hjá Føroyaprent, har hon er stjóri. Á fundinum varð staðfest, at verandi nevndarlimir halda fram. 

Eftir fundin skipaði nevndin seg soleiðis:

·       Jon Hestoy, formaður

·       Gunvá við Keldu, næstforkvinna

·       Eirikur Lindenskov og Sissal H. Hestoy, nevndarlimir

Á fundinum legði Jon Hestoy eisini fram ársfrágreiðingina og vísti millum annað á avleiðingarnar av, at Posta hevur valt at steðga við at bera lýsingabløð út til hvørt húsarhald. Við sterkum orðum kritiseraði hann avgerðina og grundgevingarnar fyri at flyta bløðini út á netið.

“Vit hava bara eitt orð fyri hesar útsagnirnar: grønvasking. Umhvørvisvinarligt prent verður lagt niður og flutt á netið, har útlátið er farið upp um samlaða útlátið hjá flogferðsluni,” segði hann millum annað.

Á fundinum varð eisini greitt frá, at felagið í apríl skrivaði undir nýggjan tvey ára sáttmála við Grafiska yrkisfelagið. Sáttmálin samsvarar við lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum – 4,32% fyrra árið og 3,87% seinna árið.