Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.05.2025 07:44

Veðrið: leygardagin 17. mai

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi sunnudagin.

Lítið lot av landnyrðingi ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Sum frá líður onkur sólglotti í støðum, men eisini tám ella mjørki í støðum. Fyrrapartin í morgin upp í frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 13 stig. Í nátt niður í 5 til 8 stig.

Sólarris: 04:27 Sólsetur: 22:20