Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.05.2025 08:55

Slovenia, FØROYAR, Montenegro og Sveis

Hondbóltssamband Føroya

Tað var greitt undan lutakastinum, at Oslo verður heimstaðurin hjá føroyingum til innleiðandi bólkaspælið í EM-endaspælinum í januar. Vertirnir høvdu ynskt at staðseta Føroyar í bólk D, hetta við atgongumerkjasølu fyri eyga. Við lutakastinum í Herning í kvøld, gjørdist greitt, at mótstøðuliðini verða Slovenia, Montenegro og Sveis.

Dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:

Fríggjadagin 16. januar: Føroya – Sveis
Sunnudagin 18. januar: Montenegro – Føroyar
Týsdagin 20. januar: Slovenia – Føroyar

Dystirnir verða leiktir í Unity Arena, sum tekur uml 8.500 áskoðarar. Atgongumerkjasølan byrjar mikudagin 21. mai kl. 10.00.

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Til seinasta EM, í 2024, gjørdist Slovenia nr. 6, Montenegro nr. 14 og Sveis nr. 21. Føroyar gjørdust nummar 20. Til seinasta HM, sum var í 2025, gjørdist Slovenia nr. 13 og Sveis nr. 11. Montenegro og Føroyar vunnu seg ikki til endaspælið.