Hondbóltssamband Føroya
Hósdagin 22. mai verður HM-lutakastið hjá kvinnulandsliðnum. IHF hevur kunngjørt styrkismetingina, og eru Føroyar í triðju røð.
Tað er longu greitt, at Føroyar koma at spæla sínar heimadystir í týska býnum Trier, hetta eftir ynski frá týska hondbóltssambandinum. Styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1: Frakland, Noreg, Danmark, Ungarn, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro
Pottur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola
Pottur 3: Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia
Pottur 4: Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina, Kroatia
Um Føroyar gerðast millum trý tey bestu liðini í bólkinum, skulu Føroyar víðari til Dortmund at millumumfarið. Liðið, sum gerts nummar fýra í bólkinum, skal spæla Presidents Cup í S´Hertogenbosch.
Lutakastvið verður stroymt her: https://www.youtube.com/@ihfworldhandball