Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.05.2025 23:52

Heidi var best í apríl

Heidi Sevdal saman við systur síni, Ansy Sevdal Jakobsen - Mynd: Súni Jakobsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Áðrenn dystin undir Mýruhjalla á Skála týskvøldið varð Heidi Sevdal úr NSÍ heiðrað sum besti í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað.

Fult umfar í fremstu deildini hjá kvinnum varð spælt týskvøldið. Á Hoyvíksvøllinum vann B36 4-1 á FC Hoyvík, KÍ vann 3-0 á Dungasandi móti 07 Vestur, Víkingur vann 3-0 í Gundadali móti HB, og NSÍ vann 5-1 á útivølli móti Skála.

Men áðrenn dysturin undir Mýruhjalla á Skála bleiv settur í gongd, bleiv besti spælari í Betrideildini hjá kvinnum í apríl mánað kunngjørdur.

Tað eru venjararnir hjá liðunum í fremstu deildini, ið atkvøða, og hesaferð fór Heidi Sevdal úr NSÍ, sum aftaná fyrstu átta umførini í grundspælinum hevur skorað 20 mál, avstað við heiðurinum.

Nummar 2 í atkvøðugreiðsluni gjørdist Tórunn Højgaard Joensen úr KÍ, og nummar 3 bleiv Sunniva Willemoes úr HB.

Fyri heiðurin fekk Heidi Sevdal eitt gávubræv upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF. Tað var systur Heidi, Ansy Sevdal Jakobsen, sum vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.

Stigatalva og leikskrá (Betrideildin kvinnur)