Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.05.2025 07:45

Veðrið: týsdagin 13. mai

Mynd: Eysturoyarportalurin

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað, onkur sólglotti og turt. Seinnapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum frá líður smáskýggjað ella klárt, sólglottar og turt. Í kvøld hálvskýggjað við høgum skýlofti. Fyrrapartin í morgin hálvskýggjað, stundum við sól. Hitin um dagin 7 til 10 stig, í støðum upp í 12 stig; í nátt niður í 4 stig.

Sólarris: 04:38 Sólsetur: 22:09