Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.05.2025 11:07

Landsstýrismaðurin í orðaskifti um havbúskap á ráðstevnuni TONIK

Mynd: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, luttók í gjár í tveimum orðaskiftum á ráðstevnuni TONIK, sum varð hildin í SILO í Havn.

Í fyrra orðaskiftinum umrøddu Jóhan Christiansen og Árni Mathiesen, fyrrverandi fiskimálaráðharri í Íslandi, hvørja framtíð vit ynskja at menna fyri fiskivinnuna og alivinnuna í Norðurlondum. 

Landsstýrismaðurin vísti m.a. á týdningin av at flyta fokus frá mongd til virði og at brúka alt tilfeingið – eitt nú við at arbeiða við undirnýttum rávørum sum reyðæti, og við at menna nýggjar vørur úr øllum fiskinum.

Í seinna orðaskiftinum, sum Nordic Innovation skipaði fyri, varð varpað ljós á nýskapan og burðardygd sum drívmegi í framtíðar havbúskapi. Orðaskiftið snúði seg um, hvussu vit kunnu menna ein havbúskap, sum bæði stuðlar undir búskaparliga menning og matframleiðslu og samstundis tekur atlit at havumhvørvinum.

Landsstýrismaðurin legði í síni viðmerking dent á:

“Vit mugu alla tíðina hugsa burðardygd. Vit mugu framleiða mat úr havinum – ikki bara í dag, men eisini í framtíðini. Heimurin manglar mat, og havið er ein týðandi kelda at framleiða góðan, sunnan og burðardyggan mat, um vit handfara tað rætt.”

Hann nevndi eisini Føroyabanka sum eitt gott dømi um, hvussu tað ber til at fáa fiskastovnar at koma fyri seg aftur, tá vit tora at taka tær truplu, men neyðugu avgerðirnar. Eisini varð dentur lagdur á týdningin av at fáa meira burtur úr tilfeinginum og at menna virðisøking.

TONIK er ein føroysk tøkni- og listaráðstevna, sum sameinir skapandi vinnur og tøkni. Á ráðstevnuni eru fyrilestrar, tónleikur og listarligar framførslur. Í ár var havið og havtøkni millum evnini á skránni.