Tíðindaskriv/ Klintrisamband Føroya
Fríggjadagin og leygardagin 9.-10. mai skipar Klintrisamband Føroya fyri árligu føroyameistarakappingini í buldring. Kappingin verður í klintrihøllini hjá Havnar Klintrifelag í Bacalao komandi fríggjadag og leygardag.
Buldring (bouldering á enskum) er ein ítróttagrein, sum veruliga hevur tikið dik á seg í Føroyum, síðani klintrihøllin í Bacalao lat upp í 2020. Tá man buldrar, klintrar man á lutfalsliga lágum klintrileiðum, og tískil hevur man ikki brúk fyri trygdarreipi. Tann lættast atkomiliga greinin av klintriítróttini, og av tí sama eisini tann best umtókta.
Fríggjakvøldið 9. mai verður eitt innleiðandi umfar, sum ger av, hvørjir seks klintrarar sleppa í FM finaluna. Teir seks klintrararnir, sum klára seg best í undanumfarinum, koma víðari til FM finaluna leygardagin 10. mai kl 16, har føroyameistarin í buldring skal finnast. Áskoðarar eru vælkomnir til bæði umførini.
Meira kunning um kappingina fæst við at venda sær til Klintrisamband Føroya ella Havnar Klintrifelag á sosialu miðlunum.
