Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Endamálið við fyrstu føroysku barnalógini er at útinna visjónina í Barnaverkætlanini, sum er, at Føroyar skulu verða besta stað í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.
Mánadagin 12. mai 2025 verður samlaða greiningin við úrslitum frá barnaráðstevnunum, verkstovunum og fokusbólkunum handað landsstýrinum og stjórnini í kommunufelagnum á tiltaki fyri innbodnum í Norðurlandahúsinum. Høvuðsúrslitini verða eisini løgd fram á tiltakinum.

Fleiri enn 400 børn og ung hava á ráðstevnum, verkstovum og í fokusbólkum sagt sína hugsan um hvat tað góða barna- og ungdómslívið er. Alt tilfarið er samlað saman, og við hjálp frá vitlíki og serfrøði, er ein greining skrivað, sum skal brúkast í arbeiðinum at smíða eina barnalóg og skal lógin eftir ætlan leggjast fyri Løgtingið í februar 2026.
Børnini hava haft ein stóran og týdningarmiklan leiklut í tilgongdini higartil. 99% av næmingaráðsumboðum úr øllum skúlum í Føroyum hava luttikið á barnaráðstevnum. Eisini hava fleirmentað og fleirmælt børn og børn undir skúlaaldri givið sítt týdningarmikla íkast.

Arbeitt hevur eisini verið í fokusbólkum og verkstovum fyri børnum í sertilboðum, børnum, ið bera brek ella hava serligan tørv, børnum á barnaverndarstovnum og børnum, sum eru sett til fosturs, og børnum sum eru í fátækraváða.
Alt arbeiðið er gjørt í hollum samstarvi við Barnabata, Fróðskaparsetrið, Nám, Undirvísingarstýrið, Norðurlandahúsið, Salt, umframt umboðum fyri áhugafeløg, kommunur og stjórnarráð.
Stórur hópur av lesandi á Heilsuskúla Føroya, Námsvísindadeildini og Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya hava luttikið sum fasilitatorar og skrivarar til barnaverkstovurnar. Sparring og vegleiðing er veitt frá Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag.
Ein bólkur av løgfrøðingum og fulltrúum frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum, Løgmálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Kommunufelag Føroya manna arbeiðsbólkin, sum skal menna og orða barnalógina.