Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.05.2025 08:24

Semja við YTF um nýggjar sáttmálar

Arbeiðsgevarafelagið hjá fíggjarstovnum í Føroyum

Nýggju sáttmálarnir eru galdandi fyri peningastovnar og tryggingarfeløg

Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF, sum er yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum, hava skrivað undir nýggjar tvey ára sáttmálar. Sáttmálarnir, sum eru tveir í tali, eru galdandi fyri peningastovnar og tryggingarfeløg og koma í gildi 1. mai 2025.

Lønarhækkingin hjá peningastovnunum verður 4,10% fyrsta árið, og 3,87% næsta árið, meðan lønarhækkingin hjá tryggingarfeløgunum verður 4,18% fyrsta árið og 3,87% næsta árið. Umframt hetta eru aðrar broytingar gjørdar í báðum sáttmálunum.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024. Á myndini taka Jórun Gardar, samráðingarleiðari, og Durita Kjærbo, forkvinna í YRF, lógvatak saman, eftir at nýggju sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir.