Ársins skulkidagur á Kambsdali er í morgun.
Á Miðnámsskúlanum á Kambsdali eru næmingar í morgun úti á landsvegnum og tarna ferðsluni, soleiðis at langar bilrøðir eru bæði frá Fuglafjørði og úr Gøtu.
Løgreglan er á staðnum og leiður ferðsluna. Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur annars, at fólk sum skulu koyra gjøgnum Kambsdal í morgun mugu bara brynja seg við toli í morgun.